Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnað flogbóltskapping í Klaksvík

Tíðindaskriv

Vikuskiftið 8.-10. januar vóru Badminton- og Kí-høllin karmur um eina stóra og væleydnaða flogbóltskapping fyri yngru deildirnar. Mjølnir skipaði fyri, og lagt var út fríggjakvøldið við kapping fyri gentur og dreingir 16 ár. Leygardagin vóru kappingar í bólkunum gentur og dreingir 12, 14 og kvinnu- og mansunglingar.

SÍ gjørdust vinnarar í 5 kappingum, meðan Fleyr fekk 3 gull.

Mjølnir fekk gull hjá kvinnuunglingum.

Úrslitini vóru hesi:

G12: SÍ, TBa, Mjølnir

Dr12: Fleyr, SÍ, ÍF

G14: Fleyr a, TBa, SÍ

Dr14:SÍ, Fleyr, ÍF

G16: SÍ, TB, Mjølnir

Dr16: Fleyra, SÍ, ÍF

KU: Mjølnir, Fleyr, Dråttur

MU: SÍ, Fleyr, Mjølnir

Sunnudagin spældu tey yngstu, 5 til 10 ár. Fleiri hundrað børn og foreldur hugnaðu sær í Badmintonhøllini. Í barnaflogbóltinum snýr tað seg um at hava tað stuttlig, so eingin heiðursmerkir vórðu latin, men felags mynd var tikin av luttakarunum og síðani fingu tey eitt sunkist í part.

Alt í alt vitjaðu uml. 700 børn og ung umframt eitt stórt tal av foreldrum og venjararum Ítróttardepilin í Klaksvík, fleiri gjørdu sær eisini dalt av at vitja deiligu svimjihøllina.

Vikuskiftið eydnaðist sera væl, og øll lótu væl at góðu karmunum í Klaksvík, nú hallirnar eru samanbundnar. Leygardagin verður flogbóltskapping fyri eldru deildir, har uml. 30 lið hava teknað seg.

Niðanfyri eru myndir av øllum vinnarunum, umframt felagsmyndir av kidsleikarunum.