Miðhøllin á Skúlatrøð var full, tá ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin til hátíðarløtu fyri Óla Dahl og Bernhard Brim leygardagin.
Miðhøllin á Skúlatrøð var full, tá ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin til hátíðarløtu fyri Óla Dahl og Bernhard Brim leygardagin.
Hátíðarløtan hevði til endamáls at heiðra mentamonnunum Óla og Bernhard, sum báðir hava ríkað føroyska mentanararvin við skaldskapi og virksemi, og sum báðir hava havt stóran týdning fyri mentanarlívið í Klaksvík.
Árni Dahl og Jógvan Brim Joensen greiddu báðir frá um páparnar, og abbabørn hjá Bernhard Brim framførdu yrkingar eftir abba sín.
Harumframt greiddi Kristinbjørg Høgnesen frá skaldskapinum hjá Óla og Bernhard, og Ólavur Niclasen hugleiddi um Óla Dahl sum granna.
Hanus G. Johansen fram førdi eisini eina yrking eftir Bernhard Brim, og barnakór úr skúlanum sang tveir sangir, ein eftir Bernhard og ein eftir Óla.
At enda bjóðaði Klaksvíkar Dansifelag áhoyrarunum uppá gólv, og dansurin gekk væl til Harra Pætur og Elinborg.
Eftir hetta var kaffi og framsýning við verkum og lutum eftir Óla Dahl og Bernhard Brim í skúlastovum. Framsýningin verður at síggja á Klaksvíkar Bókasavn alla hesa vikuna. Bókasavnið er opið klokkan 13-18.
Niðanfyri er leinkja til røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt í samband við hátíðarløtuna leygardagin.




