Yvir 50 fólk lærdu seg at ganga við stavum í fysioterapiini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mánadagin hin 30 mai.
Hetta var eitt sera væleydnað tiltak, sum vakti áhuga ímillum fólk.
Dagtilhaldið hevur eitt tilboð til øll, sum hava áhuga í at ganga við stavum saman við øðrum.
Hvønn týsdag kl. 9 verður gingið, og møtt verður við hølið hjá Dagtilhaldinum.
Komandi týsdag verður fysioterapeutur við, so tey ið ikki hava roynt fyrr fáa upplæring.
Møtið fjølment og havi stavar við.




