Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnaður forskúladagur á Glyvrum

Tíðindaskriv

Mikudagin í seinastu viku, var Glyvraskúli og forskúlinBrúgviná Glyvrum karmur um árliga forskúladagin, sum hevur verið hildin seinastu árini, millum allar forskúlarnar í Føroyum

Mikudagin í seinastu viku, var Glyvraskúli og forskúlinBrúgviná Glyvrum karmur um árliga forskúladagin, sum hevur verið hildin seinastu árini, millum allar forskúlarnar í Føroyum

Í ár luttóku allir forskúlarnir, og framførdu tey øll sangir og annað, og var tað sera hugnaligt.

Tað var skúlastjórin við Glyvra Skúla, Hans Michael í Mittúni ið beyð vælkomin og eftir hetta komu allir forskúlarnir at framføra. Til seinast, kom Klovnurin BUBU á vitjan og framførdi ein nýggjan sang, saman við forskúlabørnunum í Kelduni og síðani øllum.

So fóru øll at eta matpakkar, ímeðan námsfrøðingar og lærarar vóru boðin til búgvi borð.

Børnini spældu so í fimleikarhøllini, garðinum, kring skúlan og í forskúlahølunum, áðrenn kaka, og frukt var boðin, áðrenn felagssmynd var tikin.

Øll vóru sera fegin um dagin og fegnaðust um góðu móttøkuna á Glyvrum.