Í gjár endaði Norðulendski barnasjónleikarafestivalurin Klakkur. Rundað var av við hugnaløtu, har m.a. køkur vóru prýddar við fløggum frá luttakandi londunum
Klakkur-tiltakið eydnaðist framúr væl, og vóru gestirnir sera bergtiknir av blíðskapinum í Klaksvík. Karmarnir til ein slíkan barnafestival eru eisini sera góðir í Klaksvík.
Tey gistu, ótu og vandu í skúlanum á Ziskatrøð, og framførslurnar vóru í Badmintonhøllini, sum er ein tann besta høllin í landinum hvat ljóði viðvíkir.




