Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Væleydnaður útisetadagur í Vági

Vágs Kommuna

Eini 25 fólk møttu til fyrsta útisetadagin í Vági – og talan gjørdist um eitt væleydnað tiltak.

Eini 25 fólk møttu til fyrsta útisetadagin í Vági – og talan gjørdist um eitt væleydnað tiltak.

Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin á útisetafundinum og greiddi frá bakgrundini fyri útisetadegnum og um miðvísa arbeiðið hjá Vágs kommunu at knýta sambond við vágbingar í útlegd.

Borgarstjórin vísti á, at talan verður um afturvendandi útisetadagar, sum verða skipaðir hvørt summar og hvørji jól.

Eftir hetta løgdu Marita Gunnarstein Nielsen og Barbara Holm fram úrslitini frá verkstovuni, sum varð skipað millum vágbingar í útlegd í Danmark í Keypmannahavn í mai mánað. Talan var um eina spennandi framløgu, har útisetar hava sett orð á hvørji viðurskifti tey mæla til at bøta um í Vágs kommunu.

Ein part av viðurskiftunum, hevur Vágs kommuna longu sett í gongd, meðan onnur uppskot verða sett á dagsskrá fyrst í komandi ári.

Eftir framløguna var áhugavert kjak, um hvussu ymisku uppskotini kunnu setast í verk.

Dennis Holm, borgarstjóri, vísti á útisetadegnum á, at tað hevur stóran týdning fyri býráðið og kommununa, at mongu vágbingarnir í útlegd geva eitt íkast í kjakinum um hvørjar leið Vágur og Vágs kommuna skal ganga komandi árini. -Og at útisetadagurin er eitt gott høvið til hetta.

Hesin fyrsti útisetadagurin varð væleydnaður. Næsti útisetadagur í Vági verður í summar, men í vár verður aftur skipað fyri verkstovu fyri vágbingar, sum eru í útlegd í Danmark.

Vágs kommuna
www.vagur.fo