Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælkomin á Norðoyastevnu

Tíðindaskriv

Tað eru næstan 80 ár liðin, síðan fyrsta Norðoyastevnan varð hildin í Klaksvík. Síðani tá hevur eitt heimskríggj herjað, fólk hava verið á mánanum, kunningartøknin hevur kollvelt heimin, øll hugsandi tiltøk eru komin og farin, nýggj ættarlið hava tikið við, og tíðirnar eru broyttar næstan til tað ókenniliga.

Tað eru næstan 80 ár liðin, síðan fyrsta Norðoyastevnan varð hildin í Klaksvík. Síðani tá hevur eitt heimskríggj herjað, fólk hava verið á mánanum, kunningartøknin hevur kollvelt heimin, øll hugsandi tiltøk eru komin og farin, nýggj ættarlið hava tikið við, og tíðirnar eru broyttar næstan til tað ókenniliga. Nú eru vit online og við og í nánd allatíðina umvegis teldur, teldlar og telefonir. Vit fáa skjótt samband við fólk, tað er lætt og ómakaleyst at samskifta, og vit kunnu uppliva øll hugsandi ting umvegis internetið.
Men framvegis verður Norðoyastevnan hildin á hvørjum ári.
Hetta er ein staðfesting av, at góða, gamla Norðoyastevnan hevur nakað, sum tíðin ikki megnar at gera av við. Nakað, sum riggar eins væl í dag, sum tað gjørdi fyri hálvari øld síðani. Og nakað, sum vit kunnu njóta eins væl í dag, sum fyri einum mansaldri síðani.
Víst er Norðoyasstevnan broytt, og hon hevur eisini havt skiftandi undirtøku, men nú vit skriva 2013, stendur hon framvegis stinn og sterk sum ein ítróttar- og mentanarstevna. Í miðdeplinum er fólkalívið – tað góða fólkalívið. Virkin fólk og feløg skapa tiltøk og karmar, sum øll kunnu njóta. Vit kunnu taka okkum eina fríløtu frá gerandisdegnum, liva og uppliva, fara út millum fólk, práta og kjakast ella syngja og flenna. Hátíðardámur er í býnum, lagið er gott á fólki, og vit kunnu leita okkum til skipaðu tiltøkini, kappingarnar ella bara njóta stevnuna á gøtum og strætum, har tað ber til at fáa eitt gott prát, fríska luft og onkra ófyrireikaða uppliving.
Í ár verður aftur møguligt at njóta Norðoyastevnuna saman við Truckerfestivalinum, og tað eru vit sera glað fyri. Tað er ein serligur stemningur, tá allir teir stóru og vøkru bilarnir finna sær pláss og skína um kapp ein slíkan dag. At samantvinna tvey tiltøk á hendan hátt, gevur fólkum enn fjølbroyttari møguleikar til at stuttleika og hugna sær.
Klaksvík hýsir nógvum spennandi tiltøkum gjøgnum árið, og tað er at fegnast um, at býurin kann bjóða bæði sínum borgarum og restina av føroyinginum – ja, heiminum við – fjølbroytt og áhugaverd tiltøk – bæði av handilsligum, ítróttarligum og mentanarligum slagi.
Og nú vit standa á gáttuni til enn eina Norðoyastevnu, er tað ein stór gleði og heiður sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu at bjóða øllum hjartaliga væl komnum á Norðoyastevnu. Vit lokalu kenna stevnuna sum okkara egnu og eru góð við hana, men vit eru eisini sera glað fyri at fáa gestir úr øllum landinum at halda stevnuna saman við okkum. Kennið tykkum væl og kennið tykkum heima her í býnum og latið okkum njóta nakrar góðar dagar saman.

Góða Norðoyastevnu!
Jógvan Skorheim borgarstjóri