Ein vakur, framskygdur portalur við alskyns møguleikum. Tað er tað, ið vit sum brúkarar hava fingið í dag. Her hava vit møguleika at savna okkum vitan um tað, sum fyriferst í Klaksvík, Norðoyggjum og øllum Føroyum.
Tíðirnar eru nógv broyttar!
Tá ið Símun Petur Zachariasen fríggjadagin tann 16. apríl 1915 fyri fyrstu ferð sendi Norðlýsið út á gøturnar, vóru umstøðurnar heilt nakrar aðrar. Fyrsta blaðið varð skrivað á donskum, tí at mangul var á føroyskum stavum. Tó var tað við eldhuga og einari klárari ætlan, at blaðið varð stovnað. Eftir teirra metan hevði lokalsamfelagið manglað eitt blað, ið serliga kundi verða umboð fyri teir áhugabólkar og hugsjónir, sum her eru. Við hesum fyri eyga varð blaðið stovnað og sent út á gøturnar.
Hvør skuldi trúð, at knapt 98 ár seinni er blaðið enn til og koyrir eftir somu hugsjón. Tó verður ikki skrivað á donskum ella finglast við blýggjbókstavum. Hetta er skift út við nýmótans tøkni, og longu nú kann Norðlýsið avdúka sín triðja alnets portal, sum er bygdur til dagsins tørv.
Tað er mær ein heiður, sum borgarstjóri fyri Klaksvíkar Kommunu, at bjóða tykkum øllum hjartaliga væl komin á nýggju heimasíðuna hjá Norðlýsinum. Eisini vil eg ynskja starvsfólkum og leiðslu hjartaliga tillukku við nýggja alnets andlitinum, ið vit sum brúkarar vænta okkum nógv av.
Eg vil ynskja tykkum bestu eydnu við framhaldandi virksemi tykkara og blíðan byr.




