Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælvaksnir útlendingar skulu lyfta Team Klaksvík

Jákup Ósá

Tað eru tríggir vælvaksnir útlendingar, sum í ár skulu styrkja besta liðið hjá Team Klaksvík.

Málverjin Dragan Kondic er 23 ára gamal og kemur frá Bosnia og Herzegovina. Bogadan Florea hevur í fleiri ár spælt við H71, har hann hevur verið stóri profilurin á liðnum og toppskjútti á nærum hvørjum ári. Bogdan spælir á vinstra bakki. Og so er tað Dusko Petrusic, sum spældi við Team Klaksvík í seinnu hálvu seinasta kappingarár. Eftir eitt sindur av byrjunar trupulleikum, so vísti hann stórspæl og tað fekk Team Klaksvík til at gera ein tvey ára sáttmála við hann, tá kappingin var av.
Fyrsti dysturin hjá Team Klaksvík er sunnudagin kl. 16.00 móti Kyndil í Havn.