(Porto) Nógvir føroysk viðhaldsfólk væntast eisini til dystin í Porto.
Dysturin verður spældur á Estádio do Bessa, har Boavista vanliga spælir sínar heimadystir. Hesin leikvøllurin tekur áleið 28.000 áskoðarar. Frá FSF hava vit fingið upplýst í dag, at væntandi verður fullsett hóskvøldið. Eisini føroyingar væntast at fáa stóran uppbakning, tí tað væntast áleið 200 føroyskir áskoðarar til dystin.
Dysturin verður vístur bæði hjá KVF og Eurosport 2.




