Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Vænta James Bond fjepparar á vitjan á Trøllanesi

Oliver Joensen

Í gjár skipaði Visit Kalsoy fyri einum fundi í Kalsoynni, har ferjusambandið, ferðavinnan og ymisk onnur viðurskiftið blivu viðgjørd. Tað liggur á ljóðið at ferðavinnan væntar nógvar James Bond fjepparar at vitja á hansara seinasta hvíldarstað á Trøllanesi. Røðan hjá Karl Johansen, borgarstjóra er endurgivin her niðanfyri:

 

 

Tað er heitt á meg sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu at bjóða vælkomin til hendan borgarafundin um ferðsluviðurskifti, útbyggingar og ferðavinnuavbjóðingar í Kalsoynni.

Takk fyri tað.

Menning í oynni er avgjørt nakað, sum vit vilja arbeiða meira fyri, og tí er tað gleðiligt, at vit kunnu hittast til ein slíkan borgarafund.

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini havt gott samskifti við borgarar í Kalsoynni, aktørar í ferðavinnuni og almennar myndugleikar um ymiskar verkætlanir í samband við økta ferðafólkatalið í oynni.

Vit vita øll, at tað er ein avbjóðing, men tað er eisini nakað vit øll ynskja at fáa skipa uppá besta máta, men hvussu vit koma har til hava tað sjálvandi verið ymiskar meiningar um. 

Høvuðsfokus hjá okkum hevur alla tíðina verið, at serliga tríggir bólkar skulu fáa so góðar karmar sum gjørligt:

Tey, sum búgva í oynni. Tey, sum hava eitt fast tilknýti til oynna, og so tey, sum royna at skapa vinnuligt virksemi í oynni. Og tað ynskja vit eisini at falda fast í.

Í samband við hetta eru nøkur ting framd, meðan nøkur ikki eru komin á mál. Tað ber ikki til at nevna alt, men lat meg koma inn á nøkur mál.

Ferðafólkahúsið og vesiumstøðurnar við ferjuleguna á Syðradali er ein uppgáva, sum Landsverk eigur, men eftir samskifti við Landsverk, har Visit Faroe Islands var til reiðar við stuðli á hálva millión krónur, játtaði kommunan at veita eina fyribilsloysn, sum er vesiskúrurin, ið nú stendur á Syðradali.

Hetta er ikki ein loysn, sum kommunan er errin av, men hon tænir í ein ávísan mun mest grundleggjandi endamálinum.

Hinvegin stendur kommunan fyri hóskandi almennum vesum uppi í bygdini á Syðradali, vesum niðri í bygdini og á kampingøkinum í Mikladali, umframt í skúlanum á Trøllanesi.

Nógvir fundir hava somuleiðis verið við Strandferðsluna, har kommunan fyri kr. 400.000 um árið fekk busssamband til allar túrarnar hjá Sam og var við til at fáa skipanina við bíðirøðini fyri borgarar í gongd.

Hetta hevur hjálpt uppá viðurskiftini í oynni, hóast ynskið eisini heilt greitt var at fáa túrarnar hjá Sam týsdag og hósdag kl 10.00 upp á pláss.

Eg vænti, at vit eisini fara at tosa um teir túrarnar í dag.

Í samband við bilaferðsluna hevur kommunan arbeitt við ymiskum loysnum, har tað serliga hava verið parkeringsviðurskiftini í bygdunum, sum hava fylt nógv.

Tað næsta málið er parkeringsplássið á Trøllanesi, sum í løtuni er lagt upp til at blíva til 24 bilar omanfyri sjálva bygdina.

Um hetta er nóg mikið, vita vit ikki enn, men tað er heilt greitt, at støðan niðri í bygdini í dag ikki er nøktandi.

Tað er sjálvandi ógjørligt at siga akkurát, hvat framtíðin hevur at bjóða, men væntandi vilja nógvir James Bond-fjepparar vitja hansara síðsta hvíldarstað á Trøllanesi.

Vit vita eisini, at áðrenn James Bond filmin og áðrenn korona farsóttina, gingu ferðafólkatølini longu bara ein veg.

Tí er tað gott, at vit í dag kunnu hittast og umrøða, hvussu vit best lofta teimum nógvu ferðafólkunum, sum longu hava bílagt sær eina ferð í Kalsoynna og øllum teimum, sum koma afturat.

Til seinast vil eg takka fyri innbjóðingina. Eg vóni sjálvandi at vit øll fáa ein góðan fund.

Takk fyri.