Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vænta nógv fólk seinni

Jákup Ósá

Tað hava væl færri fólk verið á vali í Klaksvík higartil enn vanligt er kl. 14.00 seinastu løgtingsvalini.

Hóast fleiri fólk enn nakrantíð hava valrætt í Klaksvík, so hava væl færri fólk verið á vali kl. 14.00 enn vanligt er um hesa tíðina.

Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Seinast var løgtingsval leygardag, og tað kann hava gjørt, at fólk hava verið fyrr á vali tá. Nakað annað er, at umstøðurnar fyri at sleppa á valstaðið ikki eru tær bestu, tí nógv vegarbeiði er. Og sum nevnt fyrr, so er væl meira arbeiði í Klaksvík enn bæði í 2008 og 2011, og tað ger kanska, at fleiri fólk enn vanligt koma at velja eftir arbeiðstíð.

Kl 14.00

2015: 644 fólk

2011: 797 fólk

2008: 785 fólk

3608 fólk hava valrætt í Klaksvík. Tað merkir, at 17,85 % av fólkunum høvdu valt kl. 14.00.