Norðlýsið – hevur líkað síðan blaði fyrstu ferð kom á gøtuna tann 16. apríl 1915 roynt at víst á mál sum taka støði í lokalum áhugamálum
Vit royna at viðgerða mál við lokal áhuga – hvørki meira ella minni
Fyrst skulu vit takka løgtingslimunum Eyðgun og Aksel fyri at tey javan brúka miðil okkara at føra síni sjónarmið fram og fegnast vit um tað sakligu framferð tit sýna í løgtinginum.
Eitt sindur um Norðlýsið
Norðlýsið – hevur líkað síðan blaði fyrstu ferð kom á gøtuna tann 16. apríl 1915 roynt at víst á mál sum taka støði í lokalum áhugamálum
Í fyrstu oddagrein blaðsins verður soleiðis tikið til (á donskum tí redaktiónin átti ongar føroyskar bókstavir)
"Det har længe været følt som et Savn, at vi ikke uden for Thorshavn havde et Blad, som kunde være Talsmand for vore særlige Bygdeinteresser.
Der er selvfølgelig mange som vil fremkomme med den Indvending, at vore smaa Forhold staar hindrende over for en saadan Plans Udførelse. Men under smaa Forhold er man ogsaa nødt at arbejde med smaa Midler, hvilket ogsaa her er Tilfældet.
Det er ikke Hensigten at Bladet skal være et partipolitisk Organ; men vi vil gerne give Plads for Artikler (uanset fra hvilken Lejr de kommer), som kan hava Betydning saavel for vor aandelige som materielle Udvikling. Vi vil ligeledes bringe de sidste Nyheder saavel fra Omverdenen som fra vor snævre Økreds og give skildring af den øjeblikkelige Verdenssituation….."
Hetta vóru so orðini, sum Símun P. Zachariassen skrivaði í fyrsta leiðara sínum í Norðlýsinum fríggjadagin 16. apríl 1915. Og vit, sum ídag arbeiða á blaðnum, halda framhaldandi at tað er brúk fyri einum lokalblað í Norðoyggjum, og undirtøkan higani prógvar eisini, at Norðoyingar flestir halda tað sama.
Í dag arbeiða bert trí fólk fast á Norðlýsinum, og tað er blaðstjórin sjálvur, Oliver Joensen, og afturat honum eru John William Joensen og Hannefía Joensen.
Norðlýsið er í dag tveir miðlar – blaðið og heimasíðan.
Blaðið er fyri tað mesta eitt lýsingarblað meðan heimasíðan ber tíðindi úr øllum landinum. Vit hava eisini lagt okkum eftir at fylgja við í tí sum fyrigongur seg á tingið. Tað sum hevur lokalan og stórpolitiskan áhugað verður viðgjørt og sjálvir halda vit at heimasíðan ikki smæðist millum aðrar heimasíður, sum stóru høvuðsstaðar miðlarnir annars røkja.
Sárir løgtingslimir
Tað harmar okkum at Aksel og Eyðgunn leggja okkum undir at verða málgagn hjá ávísum politiskum flokki – tí undir viðgerðini av stórmálinum – Føroyar sum eitt valdømi – var tað serliga sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin sum vit hartaðu harliga.
Í omanfyrnevnda málið um tunnlarnar norður um fjall vístu vit á at einans tveir sambandsmenn atkvøddu fyri uppskotinum og vístu eisini á at ein av sambandsmonnunum, sum áður var uppstillaður í Klaksvík atkvøddi ímóti.
Vit hava eisini ferð eftir ferð víst á tað ómegd, sum politiska skipanin hevur víst í mong ár í sama málið.
Vit fara ikki at taka dagar ímillum hvør í politisku skipanini hevur gjørt minst við hetta málið, og tað kom eisini tíðilga fram í greinini at talan var um eitt uppskot frá andstøðuni!
Vit skrivaðu eisini í greinini at løgtingslimir valdu at halda seg til politisku mørkini millum andstøðu og samgongu – men fyri borgarnar Norðan fyri Fjall er tað líkamikið – tí uppskotið fall.
Vit vístu eisini á at Miðflokkurin, sum á seinasta løgtingsvalið trífaldaði atkvøðutalið í Hvannasundi og Norðdepli, atkvøddi ímóti uppskotinum.
Hetta vóru bara staðfestingar og frá okkum í lokaløkjunum er altíð trupult at meta um dygdina av politiskum lyftum – tá ein ferð eftir ferð má staðfesta at tey ikki altíð eru í trá við veruleikan.
Allar gerðir tæna onkrum áhugamálum
Tað er eingin ivi um at skal nakar framburður henda í Norðoyggjum, so hvílir tað m.a. á okkara løgtingslimum at tora at brúka tað ávirkan tey hava fingið frá veljarum sínum.
Vit á Norðlýsinum fara altíð at "Være Talsmand for vore særelige Bygdeinteresser"
Spurningurin er so hvørjum áhugamálum ein sum politikari tænir tá ein trýstur á atkvøðuknøttini í løgtinginum.
Norðlýsið
John William Joensen




