Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vága- og Norðoyartunnilin eiga at verða ókeypis

Jørgen Niclasen, tingmaður

Samferðslubólkurin við tveimum umboðum úr hvørjum samgonguflokki samdist um fraktferju til Suðuroyar, lækka gjald í Eystur- og Sandoyartunlinum og frítt at koyra í Vága- og Norðoyartunlinum. Alt gjøgnumført uttan Vága- og Norðoyartunnilin.

 

Ein avtala skal verða ein avtala.

Loysnin við farmaferju til Suðuroyar kostar landskassanum leigu, rakstri og við verandi oljuprísum yvir 40 mió. kr. um árið. Eystur- og Sandoyartunnilin kosta í ár eyka 35 mió. kr. í veghaldi og 7 mió. kr. í lækkaðum prísum fyri pendlarar. Hetta er játtað á fíggjarlógini í ár. Kostnaðurin fyri ókeypis koyring í Vágatunlinum hevði kostað 2 mió. kr. um árið, netto. T.v.s. raksturin er 4 mió. kr., men ferðaendurgjaldið fyri tunnilin er 2 mió. kr. Hetta skal tó ikki játtast fyrr enn um eini 6 ár, tí tunnilin eigur pening. Norðoyartunnilin hevði kostað 4 mió. kr. netto um árið, men eisini her eru pengar á bók.

 

Okkara skipan hevur altíð verið, at veganetið verður goldið við vegskatti og brennievnisavgjaldi. Tó er avgjørt í ávísum og serliga stórum íløgum, at hava bummgjald fyri at rinda lánini aftur. Øll vilja ikki standa við hetta, men samgongan hevur gjørt avtalu um hetta og hon skal haldast.

Bygdir og oyggjar eru bundin saman við tunlum, brúm og byrgingum. Alt verður goldið við vegskatti og brennievnisgjaldi. Soleiðis eigur tað at verða.

 

  • Gásadalstunnilin: Ókeypis
  • Sumbiartunnilin: Ókeypis
  • Hovstunnilin: Ókeypis
  • Sandvíkartunnilin: Ókeypis
  • Gamli Hvalbiartunnilin: Ókeypis
  • Nýggi Hvalbiartunnilin: Ókeypis
  • Fámjinstunnilin: Verður ókeypis
  • Dalstunnilin: Verður ókeypis
  • Viðareiðistunnilin: Ókeypis
  • Tunlarnir Norður um fjall: Ókeypis
  • Nýggju tunlarnir Norður um fjall: Verða ókeypis
  • Byrgingin um Hvannasund: Ókeypis
  • Byrgingin um Haraldsund: Ókeypis
  • Kunoyartunnilin: Ókeypis
  • Trøllanestunnilin: Ókeypis
  • Tunnil til Djúpadal: Ókeypis
  • Mikladalstunnilin: Ókeypis
  • Ritudalstunnilin: Ókeypis
  • Villingardalstunnilin: Ókeypis
  • Leirvíkstunnilin: Ókeypis
  • Norðskálatunnilin: Ókeypis
  • Brúgvin um Streymin: Ókeypis
  • Kollfjarðartunnilin: Ókeypis
  • Leynatunnilin: Ókeypis
  • Eystur- og Sandoyartunlar: Bummgjald, sum samb. lóg skal burtur, tá lánini eru afturgoldin
  • Vágatunnilin: Bummgjald, hóast lánini langt síðan eru afturgoldin
  • Norðoyartunnilin: Bummgjald, hóast lánini langt síðan eru afturgoldin

 

Samgongan hevur avtalað at báðir seinast nevndu tunlar eisini skulu verða ókeypis,
tí lánini eru afturgoldin.

Tann avtalan skal haldast.