Einki skjal stuðlar undir pástandin um at stjórin fekk boð at bíðja eftir Vestergaard
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Jacob Vestergaard hevur fleiri ferðir ført fram at fyrrverandi stjórin á Strandferðsluni, Regin Vágadal fekk boð frá Innlendismálaráðnum um at bíðja við at seta seinra skiparan í starv til kæran frá skiparunum á Smyrli varð liðugt viðgjørt av ráðnum hjá Innlendismálaráðharranum.
Hetta er ikki í tráð við tey skjøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í.
Har gongur greitt fram at Innlendismálaráðharrin gevur stjóranum á Strandferðsluni boð um at bíðja til FMR (Fíggjarmálaráði) hevur viðgjørt kæruna av nýggjum.
Stjórin á Strandferðsluni aktar boðunum frá Innlendismálaráðnum – og tá endaligt svar kemur úr Fíggjarmálaráðnum – tekur stjórin avgerð og setur seinasta skiparan.
Sambært tí skalatilfarið, sum vit hava fingið innlit í er greitt, at Innlendismálaráði ongantíð gevur boð um at stjórin á Strandferðluni skal bíðja við starvsetan – til landsstýrismaðurin í Innlendismálum er komin við eini niðurstøðu.
Vestergaard sigur við Útvarið í kvøld at talan var um eina telefonsamrøðu – men tey boðini ganga so ímóti boðunum sum stjórin far í telduposti frá ráðnum.




