Í morgin, 10. desember 2016, er Vágatunnilin útgoldin og eisini er peningur tikin inn til at uppdatera tunnilin við. Í tí sambandinum setir Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, Løgmanni ein fyrispurning um tunnilsgjaldið.
Í morgin, 10. desember 2016, er Vágatunnilin útgoldin, og eisini er peningur tikin inn til at uppdatera tunnilin við. Í tí sambandinum setir Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, Løgmanni ein fyrispurning um tunnilsgjaldið.
Jørgen Niclasen spyr um aðalfundarsamtyktin hjá p/f Vágatunnlinum frá í fjørð verður førd út í lívið, har samtykt varð, at tunnilin skuldi latast landinum á 14 ára føðingardegnum hjá tunlinum – tað vil siga í morgin. Eisini spyr hann, um tað verður ókeypis at koyra í tunlinum frá sunnudegnum 11. desember.
Umframt hesar spurningarnar vil Jørgen Niclasen hava at vita, nær kommunurnar og veljarafeløgini í Vágum kunnu rokna við at hoyra frá Løgmanni, sum á fundi í vár lovaði at venda aftur við eini loysn innan 1. oktober.
”Nú jólahalgan stundar til, er enn einki komið frá løgmanni,” sigur Jørgen Niclasen.
At enda spyr tingmaðurin løgmann, hvussu nógv brúkararnir av Vágatunlinum hava goldið tilsamans øll árini, síðani tunnilin lat upp.
”Verður gjald tikið sunnudagin, er talan um nýtt avgjald til ovurnýtsluna hjá sitandi skatta- og avgjaldssamgongu,” sigur Jørgen Niclasen.




