Myndin, sum er tikin oman- og sunnanfyri Varpið, har Kjølbro hevði timburhandil, vekir nógv minni, tí nøkulunda soleiðis sá tað út vesturumegin á vágni, tað fyrsta eg minnist. Innarliga á vágni liggja Polaris og gamli sandbáturin Karl Peter hjá Hugo Gardar fyri teym, og uttari kemur gamli trolarin Svínoyar Bjarni júst undan.
Nýggja Sjómansheimið, sum Alfred Petersen trúboðarin lat byggja, stendur í ger, og um man hyggur væl eftir, so er líkt til, at tað verður reist henda dagin, tí eg haldi meg síggja, at tað verður flaggað á takinum. Bjarti Petersen, sum var sonur Alfred, arbeiddi upp á Sjómansheimið í 1960, og árið eftir var hann settur fyristøðumaður. Tí er myndin tikin seinast í 1950 árunum.
Longur úti í Brekkuni niðanfyri ovara vegin koma Sýslumanshúsini, gamla Posthúsið, og handilin “Klakkur” hjá Jóhan Elias og Trinilenu akkurát undan. Eitt sindur ovari og sunnanfyri Posthúsið liggja eini hús við tveimum kvistum. Har búði Klæmint ella Kemmi og konan Kathrina saman við synunum Ólavi og Dánjali Klakk. Finnbogi Ísakson, sum vaks upp í Brekkuni, og sum dugdi væl at yrkja, yrkti einaferð ein sang um fólkini og konurnar í Brekkuni. Eg minnist tó bara hesi orðini úr sanginum: “… Lina, Dina og Kemma Kathrina….”. Hetta vóru konur í hansara grannalagi, sum hann helt nógv av sum smádrongur.
Lina, sum var ættað úr Miðvági, búði í teimum gomlu, lágu svørtu húsunum við flagtekju omanfyri vegin, sum eg haldi nú eru friðaði. Lina var ein av einkjunum av Skarði, har hon var gift við Jákup Petur Petersen, sum gekk burtur við Skarðsbátinum Tollaksmessudag í 1913. Tey áttu hesi trý børnini saman: Jóhan, sum bara varð kallaður Skard og Bernhard og Dinu. Bernhard og Dina búðu tætt saman omanfyri ovara vegin eitt sindur longur norðuri í Brekkuni. Linu minnist eg væl sum eina gamla konu.
Lina giftist uppaftur í 1921 við Jústa Pól. Hann var sjónveikur, og einaferð fyrst í 1960 árunum var hann áhalsin niðri á kaini og datt á sjógv. Hetta var nærindis, har fergan “Selurin” legði at, og sum stutt eftir kom inn ímóti. Men sjálvt um teir vóru kvikir at fáa Jústa Pól uppaftur úr sjónum, var hann longu deyður. Dina var gift við Berint Wolles abbabeiggja av Trøllanesi, sum bara varð kallaður Berint í Brekkuni.
Ein mynd hjá Jóhan Purkhús eldra



