Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vágin kókaði í gjárkvøldið

Oliver Joensen

Stór fuglavað vóru at síggja út eftir Vágni í Klaksvík í gjárkvøldið. Eg var ein túr á Biskupsstøðbrúnni, har var alt á kóki og fuglurin royndi at fáa sær burturav sildini íð kastaði seg har. Við Stangabrúnna, Varpabrúnna og á Kósini var tað sama at síggja.

Hjaltur Poulsen hevði sett eitt sigldgarn, tað var fult av sild í morgun, so nú er sild í kørunum úti í Klaksvík. Tá náttarmyrkrið og friður kom á Vágna sást nógvur állur og nógv reyðæti inni við brúgvarnar. Vit hava fingið eitt videobrot og mynd frá Hjalta Poulsen av ormi og reyðæti: