Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vagn Heldarskarð: Virkin telvari í Klaks- víkar Talvfelag í 40 ár

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ein tann mest trúfasti telvarin at møta upp til kappingar og venjingar í Klaksvíkar Talvfelag er 61 ára gamli Vagn Heldarskarð, sum síðan síðst í 60’unum hevur telvað við felagnum so at siga uttan slit.

Í silvitnisveðrinum í Klaksvík 2. jóladag løgdu vit leiðina inn í Skákið at heilsa upp á teir altíð so blíðu og týðu telvararnar í Klaksvíkar Talvfelag, sum hendan dagin skipaðu fyri einari snartalvkapping.

Uppmøtingin hendan dagin var kanska ikki tann allarbesta, men hetta skerdi tó ikki hugnan og jaligu samveruna, sum altíð er í Skákinum – trongligt og avslappað.

Klaksvíkar Talvfelag er eftirhondini kent fyri at framleiða góðar, ungar telvarar, og felagið er eisini støðugt í oddinum í liðkappingini í unglingadeildini, og eigur eisini ferð eftir ferð føroyameistarar í einstaklingakappingunum.

– – –

2. jóladag vóru eisini fleiri av teimum ungu við í snartalvkappingini umframt nakrar vaksnar telvarar – harímillum eisini, sum vant, Vagn Heldarskarð.

Vagn byrjaði at telva sum tannáringur síðst í 60’unum. Hetta var, tá ið Klaksvíkar Talvfelag helt til í hølum úti í Føroya Banka, og líka síðan hevur hann hildið á sum virkin telvari.

Sum sjómaður hevur hann tó inn ímillum verið burturi, men burtursæð frá tí er hann so at siga uttan slit verið virkin telvari í felagnum – og tað er hann framvegis.

– Áðrenn eg byrjaði í felagnum, hevði eg ikki telvað tað stóra, men beinanvegin dámdi mær væl.

– Eg síggi telvingina sum eitt ítriv, og tí geri eg einki við at lesa um telving – havi bara gjøgnum árini roynt at lært meg sum frægast við at telva.

– Um eg skuldi lisið t.d. tveir tímar um dagin, so hevði eg neyvan tímað at hildið á, sum eg havi gjørt.

– Eg havi heldur ongantíð vunnið nakað meistaraheiti sjálvur, men onkra medalju er tað tó blivið til, sigur Vagn, tá ið vit fregnast um, hvussu hann hevur klárað seg í kappingum.

Her kunnu vit upplýsa, at tá ið Klaksvíkar Talvfelag seinast var vertur fyri Talv-FM fyri einstaklingar – tað man vera eini tvey ár síðan ella so – tá vann Vagn bronsuheiðursmerkið í almenna bólkinum, so eingin ivi er um, at hann er rættiliga stinnur telvari.

Men Klaksvíkar Talvfelag er jú kent fyri sínar sterku, ungu telvarar, og vit spyrja tí Vagn, hvussu hann í dag klárar seg ímóti teimum yngstu, sum nú manna unglingaliðið hjá felagnum:

– Enn klári eg teir, svara Vagn við einum smíli, og fer síðan innaftur at luttaka í snartalvkappingini, og hesaferð er tað ungi Heðin Gregersen, ið situr og bíðar eftir, at hansara 61 ára gamli mótstøðumaður skal koma inn at telva.

Jú, telving er ein ítrótt fyri allar aldrar – tað er bara at fara í gongd, og jólafrítíðin er kanska eitt gott høvi.