Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vakmyndatól hava altíð verið umborð á Enniberg

John William Joensen

Tað sigur Kaj Jóhannesen, stjóri, í viðmerking til, at ein av manningini umborð á trolaranum hevur sent dulnevnt bræv til miðlarnar, har mótmælt verður at vakmyndatól nú eru sett upp á fabrikkini umborð.

– Vit hava í fleiri ár havt vakmyndatól umborð á Ennibergi. Tey hava tó verið á dekkinum, men fyri at gera arbeiðsgongdina lættari hjá teimum, sum hava eftirlit við framleiðsluni, serliga tá hugsað verður um flowi av fiski niður í pavnarnar har afturi á fabrikkini, hava vit sett nøkur nýggj vakmyndatól upp á sjálvari fabrikkini.

– Sum sagt eru tey als ikki ætlaði at hava eftirlit við manningini og um onkur ikki vil síggjast á myndunum, so ber til at taka hædd fyri tí.

– Í dag noyðast eitt nú flakaformennirnir at fara av postum sínum fyri at fylgja flowinum av fiski, og tað er sera ópraktiskt og óneyðugt.

– Men, sjálvandi um onkur ikki er álvuligur við at síggjast í vakmyndatólinum, so ber til at taka hædd fyri tí og innstilla vakmyndatólini har eftir, sigur Kaj Jóhannesen.

 

Dulnevnt bræv

Í vikuskiftinum fekk Norðlýsið dulnevnt bræv frá ein av manningini umborð á Ennibergi, har hann m.a. skrivar: 

Hettar bræv verður sent sum kunning til Føroya Fiskimannafelag, Fiskimálaráðið og føroysku fjølmiðlarnar. Brævið verður tíverri sent uttan avsendara, og sigur eitt sindur um, hvussu veikur fiskimaðurin stendur í Føroyum í 2018.

Tá mannningin mynstraði umborð á Enniberg 24. januar 2018 vóru vakmyndatól sett upp ymsastaðni á fabrikkini, harímillum uppiyvir skráskerarunum, uppiyvir reinskerðingarborðunum og uppiyvir pakkiborðinum. Hettar hendir, uttan at manningin hevur fingið nakað at vita frammundan, og uttan at nøkur kunning er uppi um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar. 

Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum er yvirlit yvir tey sum hava fráboðað uppsetan av vakmyndatóli. Enniberg stendur hvørki undir ”Loyvir, sum Dátueftirlitið hevur givið í 2017” ella ”Loyvir, sum Dátueftirlitið hevur givið í 2018”. Tvs. at hettar er gjørt uttan loyvi frá myndugleikunum.