Staddur í Hirtshals á veg til Føroya spákar tú í gongugøtuni. Norrøna hevur lag at, men enn er ein løta, áðrenn siglt verður. Sum tú gongur, kemur tú fram á vakra og trivaliga samkomuhúsið Malta.
Staddur í Hirtshals á veg til Føroya spákar tú í gongugøtuni. Norrøna hevur lag at, men enn er ein løta, áðrenn siglt verður. Sum tú gongur, kemur tú fram á vakra og trivaliga samkomuhúsið Malta.
Merkið bleiktrar uttanfyri, og sum tú stendur við myndatólinum, bjóða vertsfólkini, Anna og Hans Djurhuus, tær inn. Blíðskapur í hásæti, tú sessast við búgvið kaffiborð og fært eitt nú høvi at heilsa upp á klaksvíkingar, tú ikki hevur sæð í eitt mannaminni.
Tað vóru annars Levi Joensen og kona hansara Gretha úr brøðrasamkomuni í Klakvík, sum løgdu lunnar undir andaliga virksemið í Hirtshals. Tey vóru har 1984 – 2010.
Arbeiðið teirra fevndi víða, men týdningarmikil partur hjá Levi Joensen var at vitja um borð á mongu skipini við føroyskari manning, sum komu til Hirtshals at landa. Levi helt møti umborð, og hann bjóðaði teimum niðan á Malta til møti og hugnaløtu.
Og sum tú skrivar, kemur tær til hugs summarið 1972, tá ið tú við Levi hjá Dáva sum skipara fiskaði undir Føroyum. Tá segði hann frá løgnari hending sær sum skipara var fyri við Stellu Karinu tíðliga í sekstiárunum.
Teir fiskaðu hemara onkunstaðni úti fyri Norðuramerika. Fiskiskapurin hevði verið smáligur, men í dreymi leggur gamal maður við stórum hvítum skeggi hondina niður á økslina á Levi og biður hann flyta suðureftir.
Teir sigldu rúma tíð, og so kemur gamli maðurin aftur og biður hann seta. Og teir høvdu rokfiskiskap. Komandi dagarnar lógu teir javnan borðfullir við hemara.
Óli Olsen




