Klaksvíkar kommuna og Kanjon hava skrivað undir sáttmála um arbeiðstøku í samband við lundina á ovara Vágsbøi fyri knappa millión.
Ósáin, grønur vøkstur og hugnalig støð at sita fara at mynda lundina á Akursmørk, sum tekningarnar úr skipanaruppskotinum eisini vísa. Býarlundin er ætlað sum ein grøn oasa í miðbýarhjartanum, sum bæði skal gera býin vakrari og hugnaligari at vera í. Býargartnarin fer at standa á odda fyri grøna partinum av lundini, bæði í mun til at planta trøini og runnarnar, umframt at røkja lundina, tá hon verður liðug og latin upp fyri almenninginum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon hava skrivað undir sáttmálan um arbeiðstøku, og sostatt kann farast undir jørðarbeiðið í nærmastu framtíð. Grønu fríøkini hava stóran týdning fyri trivnaðin og hugnan í býnum, greiðir Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini frá.
– Vit stremba miðvíst eftir at gera Klaksvík vakrari og grønari, bæði so og so, og við lundini á Akursmørk fáa vit eitt grønt og lekkurt fríøki mitt í býnum, sum vit øll kunnu fáa stóra gleði av, sigur Kristian Eli Zachariasen.
Hann leggur afturat, at fleiri aðrar verkætlanir eisini eru ávegis, sum hava til endamáls at gera kommununa snøggari, eitt nú grøna fríøkið á Bakkanum og talgilda fráboðanarskipanin, sum skal gera tað lættari hjá borgarum at gera vart við manglar og snøklar, sum kommunan er ábyrgdari av at rudda.
Partur av eini størri heild
Lundin fer í fyrstu atløgu at fevna um á leið triðingin av ovara Vágsbøi, og talan er um tann partin av Akursmørk, sum er nærmast Sparikassanum. Lundin er partur av skipanaruppskotinum fyri nýggja miðbýin, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað, og við tíðini er ætlanin at víðka um lundina, so hon kann fevna um ein størri part av Akursmørk.
Fyrsti partur av fyriliggjandi arbeiðnum nú er jørðarbeiði, umframt at leggja ein lítlan part av Ósánni um. Jørðarbeiðið byrjar í mars og skal eftir ætlan vera komið somikið áleiðis í mai, at plantingin kann byrja í samband við árliga umhvørvisátakið, sum Kunningarstovan aftur í ár samskipar vegna Klaksvíkar kommunu.






