Viðareiði: Luftin er avbera vøkur í góðveðrinum í morgun. MYNDIR.
Viðareiði: Luftin er avbera vøkur í góðveðrinum í morgun. MYNDIR.
Tað er av allarbesta veðri í morgun. Tað eru nøkur fá fjøll eftir at ganga, og munnu tey ikki fara at verða gingin í dag. Nøkur ið hvussu er.
Heystið sum árstíð ber í sær nógvar litir. Tað er morgunin í morgun bert eittans prógv um.
Ljósið í eystri – har sólin boðar frá degi – roðar so serliga í morgun. Tunna tokan, sum liggur lágt á bønum, gerst eyka vøkur, tá ið roðin spælir sær so vakur í bakgrundini.
Uttanfyri hoyrist ikki ein ond. Einans smáfuglaljóð og onkur lastbilur.




