Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Vaksandi almennur sektorur

Jóhann Lützen

Í miðal verða 130 nýggj almenn størv upprættað í Føroyum á hvørjum ári. Innanfyri tað privata sæst júst øvuta gongdin. Har ger effektivisering, at tørvur tvørturímóti er á færri fólkum.

Gongdin í føroyska samfelagnum er, at meðan tað privata effektiviserar og rationaliserar, ger tann almenni sektorurin tað øvuta. Ein uppgáva innanfyri tað almenna í Føroyum krevur í dag meira manpower, enn hon kravdi fyrst í hesi øldini.

Tølini tala. Innanfyri ta føroysku fiskivinnuna og flakavinnuna vóru í ár 2011 tilsamans 4.900 løntakarar. 16 ár seinni, í 2017, taldu hesi bara 2.850. Hetta er ein minking uppá 2.050 fólk og næstan ein hálvering. Ein høvuðsorsøk er sjálvsagt meira effektiv vinnutól.

Tøkniliga menningin hevur verið stór hesi árini. Fyrst í hesi øldini var internetið ein viðfáningur, meðan tað í dag er ein integreraður partur av flestøllum arbeiðsplássum. Gongdin, har tøknin hevur gjørt arbeiðsplássini meira effektiv og minni arbeiðskrevjandi, sæst tó einans innanfyri tað privata.

Innanfyri tað almenna eru nú fleiri hendur um at lyfta somu uppgávur. Í 2001 vóru 7.474 løntakarar innanfyri tað almenna í Føroyum. Í 2017 var hetta talið komið upp á 9.335 løntakarar, ið er ein øking uppá 1.861 almennar løntakarar uppá 16 ár.

Ein kann siga, at har tað privata gerst alsamt meira effektivt, gerast almennu Føroyar alsamt minni effektivar.

Ein orsøk er sjálvsagt, at almennu Føroyar í stóran mun kopiera danskar loysnir. Føroyska miðfyrisitingin er beinleiðis modellerað eftir tí donsku, ið er gjørd til eitt 100 ferðir størri samfelag. Danin Finn Norman Christensen kom til Føroya í 1990’unum at leggja lag á, og úrslitið er okkara verandi aðalráð. Eitt sindur speiskt ber til at siga, at vit eru til reiðar, um vit einaferð verða fleiri milliónir føroyingar.

Miðfyrisitingin liggur eisini øll sum hon er mitt í landinum, meðan fiski- og flakavinnan eru spjødd kring landið. Effektiviseringin innanfyri fiski- og flakavinnu ger sostatt, saman við kontra-effektiviseringini innanfyri tað almenna, at fólk leita sær úr bygdarsamfeløgunum kring landið og til miðstaðarøkið, har tey allarflestu av teimum 130 nýggju størvunum um árið verða upprættað.

Hetta er ein keðilig gongd uppá fleiri mátar, tí ikki bara gerst landið alsamt rakstrartyngri og dýrari at reka, men eisini gevur hetta geografiskar skeivleikar og eitt trýst á miðstaðin, sum elvir til fleiri trupulleikar har eisini, m.a. nógv økta ferðslu og ovurhonds dýrar húsa- og íbúðaprísir.

 

Kelda: Hagstova Føroya