Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaksandi virksemi í Klaksvík

Nordlysid

Í dag, fríggjadagin 20. november 2015, bórust tíðindi um, at Vónin fer at flyta ein part av virksemi sínum til Klaksvíkar, og hetta fegnast Jógvan Skorheim, borgarstjóri, um.

 Í dag, fríggjadagin 20. november 2015, bórusttíðindi um, at Vónin fer at flyta ein part av virksemi sínum til Klaksvíkar, oghetta fegnast Jógvan Skorheim, borgarstjóri, um.


– Tað er ógvuligagleðiligt, at Vónin hevur valt at leggja ein part av virksemi sínum í Klaksvík,og at virksemi kann halda fram inni í bygninginum á vestara havnarlag, harBakkafrost heldur til í dag, sigur Jógvan Skorheim.

 

Hann heldur, at hetta ergott fyri býin og kommununa sum heild, at fleiri virkir leggjast til.

 

– Hetta skaparfjølbroytni, arbeiðspláss og nógv avleitt virksemi, og tað hevur stóran týdningfyri ein bý sum okkara, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

– Fyristuttum fingu vit útlit til eina stóra vinnuliga íløgu í okkara kommunu, tá iðBakkafrost boðaði frá ætlanum sínum at leggja eina stóra smoltstøð norðuri áStrond. Tann spennandi ætlanin inniberg nøkur nýggj arbeiðspláss, umframt nógvavleitt virksemi, og í dag kunnu vit aftur fegnast um, at nýtt virksemi flyturtil býin og kann geva okkum enn fleiri arbeiðspláss, sigur borgarstjórin atenda.