Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaktarskifti í Heygabúðini

John William Joensen

Bjarti Højbro, sum er eigari av Heygabúðini, er farin frá sum stjóri og hevur í sín stað sett 38 ára gamla Magnus Joensen sum stjóra og leiðara av fyritøkuni. Móttøka í samband við stjóraskiftið verður leygardagin frá kl. 13 til kl. 16.

Heygabúðin hevur nú í skjótt 60 ár verið í hondunum á Højbrofamiljuni. Jógvan Højbro byrjaði at handla í kjallaranum hjá "Agga", ella Hans Mellemgaard, sum hann var navngivin. Jógvan átti tá sjálvur sethús niðri á Heygum, men har var ikki pláss fyri handli, so hann fór skjótt undir at byggja út og longu í 1951 kundi hann flyta handilin í egin hølir.

Í 1968 tók so Bjarti við leiðsluni av handlinum hjá pápa sínum, saman við systrini Edith. Jógvan Højbro andaðist í 1969 bert 65 ára gamalur. Bjarti hevði sjálvandi ætlanir við handlinum og í 1982 kundi Heygabúðin taka nýggjan snotuligan bygning í nýtslu og fram til dagin ídag hava eini 7 fólk havt fast starv í fyritøkuni.

Magnus Joensen, stjóri sigur í viðmerking til Norðlýsið, at hann tók av hesum tilboðnum frá Bjarta, tí hann metti at hetta átti at verið ein spennandi uppgáva.

Heygabúðin er samansett av einum matvøruhandli og einari ísemkramdeild. Tað sum eisini er sermerkt fyri matvøruhandilin er, at ein framkomin framleiðslukøkur er knýttur at handlinum, har fiskafars, knettir, frikadellur, kjøtpylsa og rullupylsa, sum Heygabúðin hevur verið kend fyri tey nógvu seinastu árini, hevur verið framleitt.

Køkurin gevur nógvar møguleikar, eg havi millum annað ætlanir um, at gera meira burturúr hesum tátti fyri at økja um útboðið av feskum døgurðamati í handlinum. Tað er ein sannroynd, at viðskiftafólk alt meira og meira vilja hava feskt framum fryst, tá eitthvørt skal veljast til matna.

Magnus sigur víðari, at Bjarti sjálvandi framhaldandi verður verandi til arbeiðis í handlinum, og at hann tí til eina og hvørja tíð kann trekkja uppá drúgvu royndirnar hjá Bjarta.
Nú skal alt ikki avdúkast her, um ætlaninar sum vit í Heygabúðini hava um framtíðina. Men tað er heilt víst at viðskiftafólk fara at síggja broytingar har Heygabúðin fer at standa enn sterkari í kappingini innan bæði matvørur og ísenkram.

Magnus Joensen er sum sagt 38 ára gamalur og kemur frá einum starvi sum retailleiðari hjá Shell. Aðrenn tað starvaðist hann í mong ár á Kjølbro heilsølu og seinni árini sum søluleiðari.