Seinastu 4 ella 5 kvøldini hevur verið av allarbesta veðri – stilt og klárt. Vit vóru við myndatólinum niðri á Helluni á Viðareiði fyrrakvøldið og í gjárkvøldið. Hugtakandi og vakurt var at síggja sólina seta. Nógv fólk hava hesi seinastu kvøldini leitað sær heim á Bakka ella oman á helluna á Viðareiði at njóta útsýnið – í kvøld taldi onkur meiri enn 100 har heimi umframt mong onnur uppi á Váli. Filmin tók Vár Hanusardóttir gjárakvøldið, 21. apríl.
Filmur var tikin upp 21. apríl – frá nakrar minuttir fyri klokkan 21 og 20 minuttir fram, til sólin far farin í kav.
Sambært álmanakka var sólsetur klokkan 21.10 (20.10 eftir GMT), og hon setti í 299 stig – t.e. eitt lítið sindur oman fyri útnyrðing-vestan.
Frá tí, at sólin fór undir sjónarringin til hon var 6 stig undir sjónarringinum, var borgarlig skýming – hetta var frá 21.10 til 22.04 – sí mynd omanfyri frá Wikipedia.
So fór sólin longur undir sjónarringin – ímillum 6 stig undir sjónarringinum og 12 stig undir sjónarringinum kallast nautisk skýming – hetta var frá klokkan 22.04 til 23.26.
Seinasta skýmingin er tann astronomiska skýmingin. Hon er frá tí sólin er 12 stig undir sjónarringinum til hon er 18 stig undir sjónarringinum – hetta var frá klokkan 23.26 til 03.22 um morgunin tann 22. apríl.




