Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valfepur í Keypmannahavn

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Fólkatingsval varð útskrivað fyri góðum trimum tímum síðani, og longu nú hevur valhitin lagt seg. Valmyndir prýða býin og Danski Fólkaflokkurin bjóðar valflesk á Strøgnum. MYNDIR.

Keypmannahavn: Fólkatingsval varð útskrivað fyri góðum trimum tímum síðani, og longu nú hevur valhitin lagt seg. Valmyndir prýða býin og Danski Fólkaflokkurin bjóðar valflesk á Strøgnum. MYNDIR.

Tað er líkt til, at flestu flokkarnir hava verið klárir til hendan dagin. Allir flokkarnir hava borið skjótt at, og eru av álvara farnir undir valstríð.

Tann mest eyðsýndi higartil, ið hvussu er fyri undirritaða, er Danski Fólkaflokkurin, sum hevur staðið eina góða løtu á Strøgnum og heilsa upp á veljararar. ”Valgflæsk er noget, vi spiser” vísa tey á, og bjóða tey hetta sama til góman.

Annars eru øll hjálparfólk hjá politikkarum í gongd við at hanga valmyndir upp. – Og tað merkist á øllum brøgdum, at val í hondum. Eitt positivt og frískt huglag valdar á øllum andlitsbrøgdum.

Tað ger tað heldur ikki verri, at veðrið spælir við. Sólin stingur seg tíðum út í millum skýggini, og vermir hon borgararnar og ferðafólkini í Keypmannahavn.

Tað er Fólkatingsval 18. juni og fyrsti valdagurin er í gongd. Sí feskar myndir niðanfyri: