Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valfundur á Skúlatrøð í kvøld kl. 20

Jákup Ósá

Seks ymisk evnir vera tikin upp og orðstýrari verður Helgi Abrahamsen.

Í samband við kommunustýrisval 8. november 2016, verður politiskur valfundur á Skúlatrøð fríggjakvøldið 4. november kl. 20:00.

Evnini eru hesi:

1: Vinna og havn
2: Mentan
3: Børn og ung
4: Eldra økið
5: Tekniska økið, umhvørvi og býarplanlegging
6: Enda umfar

Fundurin verður skipaður soleiðis, at hvør flokkur fær 4 minuttir til at framløgu fyri hvørt evni.

Síðani verður møguleiki at at seta fram spurningar úr salinum, har valevnir IKKI hava møguleikan at seta spurningar. Hetta tekur umleið 20 minuttir.

Endaumfar er tilsamans 10 minuttir.

Fundurin verður ikki útvarpaður og ei heldur stroymaður og tí heita fyrireikararnir á fólk um at møta upp.

Orðstýrari verður Helgi Abrahamsen.

Miða verður ímóti, at fundurin endar kl. 22:15