Beinleiðis fundurin í Kringvarpinum á Skúlatrøð staðfesti enn einaferð, at vit hava fingið blokkpolitikk í Føroyum millum andstøðu og samgongu.
Fundurin gjørdist tann mest ljóðdálkandi higartil, har fleiri valevnir munnhøgdust dekan ov nógv. Tað velst tó um temperament hjá hyggjarum og lurtarum.
Á skránni vóru tvey evnir – ójavni og fiskivinna.
Fiskivinnan fylti sjálvsagt mest og fram á torg komu tey argument, ið vit hava hoyrt seinastu árini. Samgonguflokkarnir vilja halda fast við fiskivinnunýskipanini, ímeðan andstøðupolitikararnir vilja broyta hana so skjótt, teir koma til valdið.
Í millum andstøðu og samgongu sóðu vit teir báðar nýggju flokkarnar, ið royndu at seta sína dagsskrá.
Okkara maður var sjálvsagt á staðnum við myndatólinum






































