Nú nærkast av álvara til kommunuvalið. Nøkur sleppa at halda á fram, onnur ikki og nýggj andlit vera møguliga at síggja í býráðnum. Seinastu 4 árini eg havi sitið í býráðnum, hava fleiri stórar verkætlanir sæð dagsins ljós. Alt íløgur sum ein býur við 5000 íbúgvarum eigur at hava.
Nýggjan skúla, har karmarnir verða av teimum bestu. Ein skúli, sum fer at hava alskyns tilboð, bæði fakliga, handaliga og sosialt.
Miðbýurin tekur skap niðri á sandinum. Miðbýurin, sum skal gera okkum til ein savnandi bý, ein høvuðsstað í Norðoyggjum. Íbúðir til ymiskan tørv verða nú bygdar. Borgarar fáa møguleikan at velja, hvussu tey ynskja at búgva, ein sjálvsagdur rættur.
Mentanarhúsið sum í skrivandi løtu verður tekna og hevur fingið fyrstu fíggingina frá Klaksvíkar kommunu, verður staðið har klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar koma at savnast til sjónleik, tónleik, list og onnur mentanarlig tiltøk.
Rennibreytin verður klár í 2019. Fáa staðni í Føroyum man tørvurin á eini rennibreyt vera so stórur sum í Klaksvík. Okkara Treysti er eitt av størstu og mest vinnandi rennifeløgum í landinum. Altíð hugaligt at fara undir íløgur har tørvurin er til staðar.
Eldraøki, eitt nýtt og spennandi øki hjá kommununi. Vit eru nú meira kunnug við skipanina innan eldraøki. At skipanin er ov stirvin og ótíðarhóskandi skulu vit gera nakað við. Loysnir skulu gerast í samráð við starvsfólk og leiðslu. Tillagingin skal verða eftir hvørjum einstøkum brúkara. At gera ymiskar loysnir, er at geva øllum somu sømdir.
Vit verða alsamt fleiri. Tær smáu bygdirnar leggjast afturat okkum og vit eiga at fevna og rúma teirra tørvum við opnum sinni. Smáplássini eru ein dýrgripur, sum geva okkum so nógv og best vita tey á staðnum, hvat tørvurin fyri trivnaði og menning er á júst teirra øki.
Nógvar íløgur standa í føðingini, so vit mugu ikki gevast her.
Eg ynski at koma á mál, tað geri eg einans saman við tær!
Signhild V. Johannesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum!




