Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valluttøkan bleiv 87,5 %

Jákup Ósá

Hølini í Klaksvík hava nú latið aftur. Valluttøkan bleiv 87,5 %, sum svarar til 3192 fólk. Seinast var valluttøkan 82,3 % ella 2904 fólk. T.v.s. at valluttøkan var 5,2 % størri í mun til tey, ið høvdu atkvøðurætt. Norðlýsið fylgir við valinum gjøgnum kvøldið.

Um býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu 2016:

Valrætt í Klaksvík: 3648 (Hetta er talið, sum verður brúk og samanborið við undanfarnu val)

Valrætt í Svínoy: 26

Valrætt í Mikladali/Trøllanes: 32

Valrætt á Húsum/Syðradali: 31

Valrætt í Árnafirði: 42

Tilsamans: 3779


(Tað merkir, at 131 atkvøður koma afturat valstaðnum í Klaksvík)