Fólkatingsvalið er av og samfelagið alt kann aftur virka í dagligdegnum uttan at politikkurin liggur fremst í hugaheiminum.
Hesar fyrstu dagarnar eftir valið hoyra vit ymiskar serfrøðingar koma við ymiskum úttalilsum um ymiskt sum hevði við valið at gera.
Eftir at valúrslitið var greitt týskvøldið segði løgmaður í sjónvarpinum, at politisku flokkarnir møguliga áttu at farið at tosa saman um tað ikki hevði verið rættari hjá hvørjum flokki sær, bert at stilla upp eini fýra fimm valevni ístaðin fyri sum nú at hvør av teim stóru flokkunum í hvussu so er, hava fleiri enn 20 valevni at velja ímillum.
Hetta hevði ivaleyst verið ein gongd leið, tí vit skulu sum kunnugt bert velja tvey fólk á fólkating og tá má sigast at vera tiki ov rívan til, tá vit stilla fleiri enn 100 føroyingar upp til hesi tvey plássini.
Um politisku flokkarnir komu til eina slíka semju, so er nærliggjandi at hugsa, at flokkar tá bert fóru at seta fólk á lista, sum veruliga ætlaðu sær á fólkatingið um so er at tey vóru vald.
Ein serfrøðingur helt, at valið vísti at fólk "lótu seg ikki lumpa", tí hann hevði lagt til merkis, at eitt nú landsstýrismenn sum vóru á valevnislistunum, men sum ongan møguleika høvdu at fara á fólkatingið, fingu ikki so nógvar atkvøður. Um nakar hevur roynt at lumpa nakran man vera ivasamt, tí flestu landsstýrismenn og eisini løgmaður, kunngjørdu undir valorrustuni, at teir ikki fóru til Danmarkar um so var at teir vóru valdir.
Hinvegin eru okkara fólkavaldu umboð mangan í eini tvístøðu tá ið um fólkatingsval ræður. Fyri at fáa so nógvar atkvøður sum gjørligt, so vilja tey flestu valfeløgini sjálvandi helst eisini hava sín stemmuslúkara á listan og eisini trúgvu veljararnir hjá flokkunum hava ein trupulleika, tí veljarin í mongum førum heldur, at tá hansara maður ella kvinna eru uppstillað, so er spell at tey onga atkvøðu fáa og tí eru tað fleiri veljarar, sum velja valevni, ið tey frammanundan vita ongan møguleika hava at taka sæti á fólkatingi, so "lumping" er ov nógv avgjørt um hetta fyribrigdið.
—
Hjá okkum lurtarum og hyggjarum var ilt at fáa eyga á okkara samanlagda tíðindastovn ÚF/ SVF. Tað tyktist sum um sjónvarpið var ikki nóg væl mannað av journalistum til valkvøldið og vit væntaðu kanska at síggja fólk úr gomlu stovnunum báðum fara "yvir um mark" at hjálpa hvør øðrum, men tað sást onki til.
Møguliga er ov stutt fráliðið enn, til at eitt so stórt projekt, sum eitt valkvøld kann vera broytt nakað munandi, men tað er at vóna at vit til valkvøld framyvir fara at síggja og hoyra eina dyggari sending har stovnanir báðir taka lógvatak saman og geva okkum eina uppliving, sum vit ikki áður hava sæð.




