Jóannes Eidesgaard, løgmaður sigur at samgongan fer at viðgera uppskotið hjá løgtingsformanninum um at gera Føroyar til eitt valdømi.
– Tankin um Føroyar sum eitt valdømi hevur nú sirkulera uppi í tinginum í eina tí og tað hevur verið ymiskar meiningar frammi um hetta málið.
– Eg havi fingið áheitanir um at taka málið upp í samgonguni og tað fari eg so at gera.
– Men eg dugi ikki at síggja at hetta skal vera nakað beinleiðis mál fyri samgonguna tí tað at gera Føroyar til eitt valdømi stendur ikki nevnt í samgonguskjalinum.
– Hinvegin hava vit bundið okkum til at endurskoða vallógina fyri at fáa betri samsvar millum atkvøðu- og tingmanna bítið.
– Sjálvur havi eg mína meining um hetta málið, men eg haldið ikki at tað gagnar málinum at eg farið alement út við tí sum eg meini um hetta.




