Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valskúlin nýggjar hølisumstøður

Nordlysid

Í góðveðrinum týsmorgunin vóru borgarstjórin og formaðurin í Trivnaðarnevndini Børn & Ung á vitjan í gamla Klaksvíkar Sjómansskúla og kunnaðu seg um nýggju hølini hjá Valskúlanum, sum eru 10. flokkarnir í Norðoyggjum.

Ígóðveðrinum týsmorgunin vóru borgarstjórin og formaðurin í TrivnaðarnevndiniBørn & Ung á vitjan í gamla Klaksvíkar Sjómansskúla og kunnaðu seg umnýggju hølini hjá Valskúlanum, sum eru 10. flokkarnir í kommununi

 

Seinastu tíðina hevur skúlin verið merktur avbroytingum. Ein av hesum er, at Valskúlin (10. flokkarnir) í Norðoyggjum erfluttur í fyrrverandi hølini hjá Klaksvíkar Sjómansskúla við Garðavegin.

Í løtuni verður arbeitt við at gera nýggjuhølini klár, herundir at innrætta, mála og at seta upp neyðugu skúlaamboðini.Undir vitjanini týsmorgunin kundu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og JóhannLützen, trivnaðarnevndarformaður, saman við Vivan C. Guðjónsson, skúlastjóra, ogHanusi T. Bærentsen, varaskúlastjóra, staðfesta, at hetta arbeiðið nú er um at verðaliðugt.

Næmingarnir koma hetta fyrsta skúlaárið atganga á ovastu hæddini, og eftir ætlan fer kommunan at yvirtaka allan bygninginkomandi summar, tá ið nýggi Tekniski Skúlin í Klaksvík er liðugur. Tá flytasjómansskúlanæmingarnir í nýggju hølini hjá Tekniska Skúla, og Valskúlin fær táatgongd til allan bygningin við Garðavegin.

Skúlabygningurin við Garðavegin er útgjørdurvið einum framúr góðum og nútímans køki á niðastu hædd, sum saman við restinibygninginum gevur fleiri áhugaverdar undirvísingarmøguleikar.

10. floks næmingarnir, sum ganga íValskúlanum, eru á gáttini til vaksna skúlalívið í miðnáms- og øðrum skúlum, og Valskúlin hevur góðar royndir av at lata hesar næmingar vera í egnumskúlaumhvørvi, har námsfrøðin leggur upp til, at næmingarnir gerast meirasjálvstøðugir við ábyrgd av egnum avriki.