Jóhan W. Høgnesen hevur nú tikið avgerð um, hvar hann spælir restina av hesum árinum.
Jóhan W. Høgnesen hevur nú tikið avgerð um, hvar hann spælir restina av hesum árinum.
Fyri nøkrum vikum síðani boðaðu vit frá her á síðuni at fyrrverandi U-landsliðsleikarin Jóhan W. Høgnesen vendi heim aftur til Føroyar. Tá hevði hann ikki tikið støðu til, hvar hann fór at spæla. Hann hevur seinastu árini spælt á ungdómsliðum í SønderjyskE og eisini fingið nakrar minuttir á eykaliðnum. Nú hevur hann valt at roynt seg aftur í barndómsfelagnum KÍ. KÍ og 19 ára gamli Jóhan hava gjørt sáttmála, ið er galdandi restina av árinum. So vil tíðin vísa, um hann megnar at spæla seg í dystarhópin á besta liðnum ella um hann fer at spæla við 1.deildarliðnum, sum stríðist í toppinum í næstbestu deildini.
Á myndini síggja vit Jóhan saman við nøkrum av leikarunum, sum Jóhan spældi saman við í ungdómsárunum í KÍ. Hetta er fyrstu ferð, at Jóhan roynir seg í vaksnamannafótbólti í KÍ.
Frá vinstru á myndini: Jóhan W. Høgnesen, Aksel B. Danielsen, Jákup B. Andreasen, Ólavur Niclassen Jóannes K. Danielsen.




