Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Van Gaal fær ein ella tveir dystir afturat

Jákup Ósá

Tað tykjast flestu ensku miðlarnir samdir um. Væl at merkja, um úrslitini ikki venda í hesum dystunum.

Tann venjarin í Premier League sum er undir størst trýsti í løtuni er Manchester United venjarin Louis van Gaal. Seinastu vikurnar hevur tað gingið av skriðuni og liðið hevur ikki vunnið ein dyst í longri tíð. Leygardagin kom so kanska lápunktið, tá Norwich, sum av mongum verður mett millum tey veikastu í deildini, vann á Old Trafford fyri fyrstu ferð í mannaminnir. Ikki minst millum viðhaldsfólkini hjá Manchester United er ónøgdin stór og okkurt enskt blað hevur kunngjørt kanning, har bara 13 % ynskja at van Gaal heldur fram sum venjari. 

Tað ein trúgva ensku bløðunum, so eru dagarnir hjá van Gaal eisini skjótt taldir, um ikki vend kemur í beint nú. Komandi dystirnir hjá Manchester United eru á útivølli móti Stoke og á heimavølli móti Chelsea. Daily Mirror sigur, at hann hevur ein dyst til at bjarga sær, meðan Daily Star og Daily Telegraph siga tveir dystir.

José Mourinho er favorittur at taka yvir.