Tað sker meg í hjarta at staðfesta at formaðurin í kappingarnevndini fullkomiliga velur at siggja burtur fra løgfrøðiligu ráðgeving FSF´s.
Hvørjaferð tú skrivar Sveinur so leggur tú sjógv millum FSF, altjóða reglur, norðurlendska siðvenju og tykkara egnu løgfrøðiligu ráðgeving.
Lat meg nevna brot úr FIFA reglum sum FSF eisini eigur at ganga eftir:
3. The possibility of registering players outside a registration period is an authorisation, not an obligation, given to the association concerned. In fact, while considering the sporting integrity of the national competition, the association
needs to put in place uniform rules of application for this exception by establishing, for example, the number of players per club that can be registered and the last possible date for these players to be registered.”
Hetta er viðmerking frá Jens Wang til hesa reglu:
Tað er tó umráðandi at gera vart við, at omanfyristandandi pkt. 3 til viðmerkingarnar til article 6 í "Commentary on the Regulations for the Status and Transfer of Players" ásetir, at
møguleikin at skráseta spælaraflytingar uttan fyri opnu flytingargluggarnar, er eitt loyvi og ikki ein skylda hjá nationalu fótbóltssambondunum. Atlit eigur t.d. at verða tikið til ítróttarliga integretitin í nationalu kappingini og eiga einsljóðandi reglur at verða gjørdar um nýtslu av
hesum undantaki.
Ein kann undir ongun umstøðum siga at tú Sveinur hugsar um tað Ítróttarliga í kappingini, tá tú loyvir nýggjum leikara at leika við B36 móti KÍ og nú 07Vestur, sum liggja niðast og stríðast við at innheinta B36. Umstríddi leikarin var heldur ikki við móti ÍF sum botnliðini eisini stríðast við at innheinta.
Advokatur fótbóltsambandsins vísir á at FIFA reglan sigur stutt og greitt at tað skal takast atlit til kappingina, og tað hava titbáðri Karl Hvidtfelt og tú ikki gjørt.
Hetta er avrit frá heimasíðuni hjá FSF um hví loyvið var givið:
Grundarlagið fyri avgerðini er at finna í grein 17, 5. stk í kappingarreglunum fyri fótbólt og frágreiðingunum til hesa reglu, umframt viðkomandi altjóða reglum, sum heimila kappingarnevndini at veita undantak í serligum førum.
Staðfestast kann at kappingarnevnin hevur ikki tikið atlit til altjóðareglur – heldur beint tað øvuta.
At øll hini norðanlondini høvdu sagt nei til undantakslovyi í hesum føri og at kappingarnevdin við vilja sær burtur frá egnari ráðgevin er óskiljandi.
Eg dugi ikki at síggja at tað tænir nøkrum endamálið at blíva við at jaglað løgfrøðina í skriving við teg sum formann í kappingarnevndini – tí tann sum lesur løgfrøðiligu niðurstøðuna hjá Jens Wang, sum av kappingarnevndini var biðin um at greina málið, er ikki í iva um at kappingarnevndin saman við FSF forsetanum hevur tikið eina avgerð sum kann koma at skaða føroyskan fótbólt.
Eftir er bert at vóna at hendan skeiva avgerð ikki sleppur at standa við.
Gerð hon tað er einki mark fyri hvat einstøk feløg kunnu loyva sær – bara við at kenna røttu kanalirnar og trýsta á røttu knøttarnar.
John William Joensen




