KÍ hevur ikki verið millum liðini við bestu úrslitunum í venjingardystunum.
KÍ spældi átta venjingardystir áðrenn kappingarbyrjan í ár. KÍ hevur vunnið tveir av teimum, harav annar kom í Klaksvíkskappingini móti næstbesta liðnum hjá B36. Høvdu venjingardystirnir givið stig, so hevði KÍ átta stig í teimum átta dystinum, og tað er vánalig úrtøka.
Úrslitini hjá KÍ hava verið hesi:
KÍ-Skála 1-2 (eingin útlendingur við KÍ)
ÍF-KÍ 1-1
HB-KÍ 2-2
KÍ-Víkingur 2-1
AB-KÍ 4-3
KÍ-NSÍ 1-2
KÍ-B36 8-2 (næstbesta liðið hjá B36)
Víkingur-KÍ 3-2
Mál: (topp 5)
Patrik Johannesen 5
Jóannes Bjartalíð 3
Simen Sandmæl 2
Boris Dosljak 2
Jákup B. Andreasen 2
Upplegg: (topp 3)
Patrik Johannesen 5
Jóannes Bjartalíð 4
Torbjørn Grytten 3
Ikki samanspælt lið
Ein stór orsøk til vánaligu úrslitini í venjingardystunum er helst, at tað hevur verið so stór útskifting í KÍ síðani í fjør. Liðið er ikki samanspælt, og tað merkist í venjingardystunum, har nøkur av mótstøðuliðunum hava havt lutfalsliga lítla útskifting, og tí eru samanspæld frá byrjan av. Tað er tó langt frá altíð, at úrslit í venjingardystum geva nakra mynd av, hvussu gongdin verður í landskappingini. KÍ kann í øllum førum fegnast um, at úrslitini í venjingardystunum ikki telja.



