(Dystarfrásøgn) Heldur ikki í ár skal KÍ spæla finaluna um løgmanssteypið.
KÍ hevur í nógv ár havt vánalig úrslit í kappingini um løgmanssteypið og eftir kvøldsins dyst kann staðfestast, at tann gongdin heldur fram. Eins og í fjør bleiv KÍ útsligið á heimavølli í 1. umfari móti mótstøðu, sum KÍ á pappírinum átti at havt góðan møguleika ímóti.
Vánaligt fótbóltsspæl í fyrra hálvleiki
KÍ byrjaði dystin væl og kom á odda 1-0 við góðum máli frá Páll A. Klettskarð. Men so javnaði dysturin seg og NSÍ tók sum tíðin gekk yvir. Tað sum eyðkendi fyrra hálvleik og stóran part av seinna hálvleiki var vánaligt fótbóltsspæl við nógvum tekniskum og avleringsmistøkum frá báðum liðum. Fáir stórir málmøguleikar vóru, men seinni partur av fyrra hálvleiki bendi á, at NSÍ kundi koma innaftur í dystin.
Petur Knudsen á muni
NSÍ byrjaði eisini betri í seinna hálvleiki. NSÍ javnaði í 58. minutti til 1-1, har frálíkt innlegg frá Petur Knudsen fann Klæmint A. Olsen, sum var tryggur við frálíkum máli. KÍ sendi Deni Pavlovic, sum hevur havt ein skaða at dragast við síðstu vikurnar, inn á vøllin og fór at spæla somu leikskipan sum NSÍ, har Jesper Brinck, sum upprunaliga er miðverji, spældi sum vinstri vongbakkur. Hann er høgrabeintur, men sigast skal at hann var ein av bestu leikarunum hjá KÍ hendan dystin. KÍ megnaði ikki at seta seg á dystin og tað tóktist fara at enda við longdari leiktíð. Men í yvirtíðini avgjørdi NSÍ. Petur Knudsen gjørdist púra leysur og KÍ-málverjin, Kristian Joensen, tók beinini undan honum. Brotssparkið setti Klæmint A. Olsen trygt í málið. KÍ fekk møguleika at skjóta bóltin einaferð fram og so var liðugt. Talan var um ein javnan dyst, men NSÍ hevði í Peturi Knudsen einstaklingin, sum gjørdist munurin á liðunum.
KÍ hevur sostatt bara verið í finaluni einaferð síðani 2006. Síðstu 15 árini hava 30 lið verið umboðað í finaluni, har KÍ hevur verið einaferð av teimum.

















































































