Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vánaligar venjingarumstøður hjá U21 landsliðinum

Jákup Ósá

– Venjingarvøllurin er sum ein eplavelta, so vit hava avlýst venjinga í dag, sigur Bill M. Jacobsen

– Venjingarvøllurin er sum ein eplavelta, so vit hava avlýst venjinga í dag, sigur Bill M. Jacobsen, annar av U21 landsliðsvenjarunum. Hann letur annars væl at fyrireikingunum og lagið í hópinum er gott.

U21 landsliðið spælir fríggjadagin kl. 16.45 á The Showgrounds í Sligo í Írlandi EM undankappingardyst móti Írlandi. Í mun til seinasta dyst móti Týsklandi, so eru nakrar broytingar. Gustav Sørensen, Andras Brixen, Hallur Hansson, René S. Joensen og Rógvi Joensen eru hesaferð við í hópinum, meðan eitt nú Beinur Ellefsen og Hørður Askham ikki eru við.


Vánaligar venjingarumstøður

Umstøðurnar at venja á kundu tó verið betri og í dag avlýsti hópurin venjingina.

Vit vandu tvær ferðir i gjár. Vøllurin var síður og vánaligur. Í dag er forkølisi í hópinum og tað er vátt og kalt er í veðrinum. Venjingarvøllurin er sum ein eplavelta, so hava vit avlýst venjingina, og leikararnir taka sær av løttum í dag. Annars eru vit skaðafríðir og sera spentir uppá uppgávuna, sigur Bill.


Onkrar broytingar

Givið er at nýggjur miðverji skal finnast fyri Hørð Askham, og ein kann rokna við, at Hallur Hansson verður við frá byrjan, nú hann er tøkur hjá okkum. Vit hava framvegis møguleika at spæla okkum víðari, men so skulu vit hava stig her niðri. Vit leiktu ein alvorliga góðan dyst í Týsklandi, sum milliónir av hyggjarum vóru vitni til, so ein kann ikki vænta nógvar broytingar, burtursæð frá teimum eg havi nevnt. Leikararnir tykjast væl fyri, men sjálvandi er nakað av sliti á leikarum, sum hava leikt yvir 40 dystir í ár. Men grundað á ein góðan dyst móti Írlandi á Svangaskarði fyrr í ár, har vit lótu tvey “kloddamál” inn í yvirtíðini, so eru vónirnar góðar at fáa eitt gott úrslit, sigur ein bjartskygdur Bill M. Jacobsen.


Bill leggur afturat, at hópurin venur á The Showgrounds í morgin. 

Harleyfacadeacryl