Dómarin og linjuverjin syrgdu fyri at Manchester United ikki tapti dystin móti Tottenham á Old Trafford gjárakvøldið
Tey sum sóu dystin millum Manchester United og Tottenham í gjárakvøldi trúðu ikki sínum egnu eygum tá hvørki dómari ella linjuverju lótu við seg koma eftir at bólturin var farin næstan ein metir inn um málstrikuna.
Hendingin fór fram í seinastu minuttunum av dystinum tá Roy Carroll, málverjin hjá United, fór ein Kaj-túr, og Pedro Mendes var kvikur og frá miðlinjuni sendi eitt langskot móti málinum hjá United. Málverjin droppaði bóltin í netið og bólturin datt niður í vøllin meiri enn hálvan metur innanfyri mállinjuna.
Einasti menniskjað sum ikki sá málið var Ray Lewis, linjuverji, sum uttan samanlíkning má sigast at vera vánaligasti linjuverji í mentaða heiminum.
Dysturin endaði 0-0, orðsaka av dómarafuski, og tað má sigast at vera stórt spell at ikki ber til at broyta slíka avgerð eftir verandi fótbóltsreglum.




