Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vánaligt veður ávirkaði tunnilsdagin

John William Joensen

Men tá tað er sagt vóru 1200 fleiri bilar skrásettir í tunlinum leygardagin enn miðal ferðslan var í 2013 og hetta var samstundis mesta ferðsla sum verið hevur higartil í ár, sigur Uni Danielsen, stjóri í Norðoyatunnlinum.

Leygardagin vóru skrásett íalt 3.446 akfør í Norðoyatunlinum nú tað var ókeypis koyring í vikuskiftinum (8. Mars 2014).

Hetta er væl minni enn sama tunnilsdag 2013 tá skrásett vóru 5.232 akfør.

Men hetta er væl omanfyri miðalferðsluna sum í 2013 var 2.167 akfør, upplýsir stjórin í Norðoyatunnlinum.