Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vandamikið at møta einum sovandi úlvi

John William Joensen

sigur KÍ venjarin, sum við hesum sipar til at GÍ enn einki stig hevur fingið í landskappingini

Tað verður óivað ein javnur og spennandi dystur, tá KÍ sunnudagin skal til Gøtu, og vantandi vera nógv viðhaldsfólk við á ferðini.
– Allir leikararnir hjá okkum eru klárir og Ovi Nysted er aftur tøkur eftir at hann seinasta vikuskiftið var leikbannaður.
– Tað hevur ongantið verið lætt hjá KÍ at spælt í Gøtu og sunnudagin er GÍ í teirri truplu støðu, at teir enn einki stig hava fingið í landskappingini.
– Tí ivist er onga løtu í at teir fara at gera alt fyri at vinna á okkum og tí skulu okkara menn verða 100% klárir um vit skulu standa okkum.

Broytingar?
Spurdur um broytingar vera á liðnum til dystin í Gøtu, sigur KÍ venjarin at tað er ein møguleiki men enn er eingin avgerð tikin.
– Vit hava viðgjørt VB dystin og hvørki eg ella leikararnir eru nøgdir. Hetta hevur eisini verið viðgjørt í venjingini og nú hyggja vit fram móti dystinum í Gøtu og tað er ein heilt annar dystur.
– Enn hava vit ikki endaliga gjørt av hvussu liðið sær út, men tað vera møguliga onkrar broytingar.
– Sjálvur meti eg at slagið í Gøtu kemur at standa á miðvøllinum, men tað er umráðandi at vit fáa okkara spæl at koyra og tað er hetta sum vit undan dystinum hava brúkt tíð og orku uppá.

Harleywoodpaint