Eg havi í seinastuni verið vitni til fleiri sera vandamiklar støður á Biskupsstøðgøtu millum Føroya Tele og Norðoya Sparikassa. Talan er um børn, sum eru á veg í og frá skúla, tey royna at sleppa yvirum vegin har, sum Ósáin rennur undir. Tað sum ger tað vandamikið fyri børnini er, at tað er eingin gonguteigur beint við, bilar koyra sera skjótt og at tað eru fleiri íbindingar á hesum vegastrekki. Tað hastar hjá býráðnum at finna eina loysn á ferðsluviðurskiftunum á hesum vegastrekki.

Vinaliga
Petur Martin Hansen
Formaður í Norðoya Javnaðarfelag