Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vandi fyri at Váðaráðið skapar størri ótryggleika

John William Joensen

Joen Magnus Rasmussen, formaður fyri Grein 19 nevndina, sum løgtingið settið at kannað EIK grunnin og grunnaeftirlitið, segði at avgerðin at seta eitt føroyskt Váðaráð var neyvan í tráð við niðurstøðuna hjá Grein 19 nevndini.

Undir orðaskiftinum í løgtinginum í gjár, vísti fyrrverandi formaðurin í kanningarnevndini á, at ein av niðurstøðunum hjá kanningarnevndini var at ein stórur trupuleiki var at tað vóru fleiri eftirlit sum høvdu ábyrgd av sama økið, og at uppskotið hjá landsstýrinum tí kundi virka beint øvugt av tí sum landsstýrið ætlaði.

Brot úr niðurstøðuni:

– at tað var ein vansi, at skrásetingarmyndugleikin og grunnamyndugleikin fram til 2008 vóru í hvør sínum landi,

– at tað er ein vansi, at eftirlitini við banka og grunni eru undir ymiskum myndugleikum og í ymsum londum,

at bankar og sparikassagrunnar áttu at verið undir somu lóg og undir sama eftirliti,

Hoyr viðmerkingina her