Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vann nógvar pengar uppá at Suarez beyt

Jákup Ósá

Tað var serliga ein tippari, sum var glaður fyri, at Suarez beyt Chiellini.

Sum myndin vísir, so var ein danskur tippari, sum setti 32 krónur á, at Luis Suarez fór at bíta í HM dystinum millum Italia og Uruguay. Oddsurin uppá hetta var 175. Tað merkti, at hesin hepni vinnarin vann 5600 krónur uppá hendingina, sum myndin staðfestir. Í Noreg vann ein enntá meir. Hann setti 100 kr. á og vann sostatt 17500 kr. Tann myndin er viðheft. – Eg tippaði tað bara fyri stuttleikar. men nú verður peningurin brúktur til ein fótbóltstúr, sigur Richard Helmarsen við tv2.no.
Uruguay vann 1-0 móti Italia. Tað merkti, at Uruguay kom víðari. Við Suarez á liðnum hevur Uruguay vunnið báðar dystirnar móti Onglandi og Italia, men uttan hann tapti liðið greitt móti Kosta Riga.