Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vannlukkan umborð á Polarhav fær politiskt eftirspæl

John William Joensen

Tað er ein sannroynd at tyrlan hjá Atlantic Airways fór ikki á flog og eg vil sjálvandi kenna orsøkina sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking.

Tað er ein sannroynd at tyrlan hjá Atlantic Airways fór ikki á flog og eg vil sjálvandi kenna orsøkina, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking

Tað er landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard sum umsitur sjóbarging og hann ætlar at kanna umstøðurnar kring vanlukkuna umborð á Polarhav.

– Eg síggi í fjølmiðlunum hvat stjórin í Atlantic Airways og stjórin á sjóbjargingarstøðini siga.

– Sjálvur havið eg biðið um eina frágreiðing um málið frá Atlantic Airways og MRCC – tí tað er ein sannroynd at tyrlan fór ikki á flog og eg vil sjálvandi kenna orsøkina.

Sum Norðlýsið skilir verða fleiri fyrispurningar fyrireikaðir at lata løgtingsskrivstovuni og tí skal landsstýrismaðurin eisini greiða løgtinginum frá hvat fram er farið tá ungur maður lat lív umborð á trolaranum Polarhav eftir eina syrgiliga arbeiðsvannlukku.