Nú hendi tað at fiskimálaráðharrin fekk eitt tilmæli handa um hvussu komandi fiskivinnunýskipan skal skipast. Ósamdu skriviborðsdreingirnir eru komnir við einum tilmæli og ruðuleikin er nú um at gerast veruleiki.
Hóast tilmæli er gjøgnumsúrgað av vansum í komandi fiskivinnunýskipan, so hevur samgongan meldað út at hon er samd um at føra hana út í verkið. Vansarnir eru fleiri enn fyrimunirnir við eini slíkari skipan og tí rópa fólk hana nú fyri Vansasølan!
Fiskivinnan sum er hornasteinurin í Klaksvík eigur lívið í okkum klaksvíkingum. Ikki er tað einans fiskimaðurin sum fær ágóðan av fiskivinnuni, men vit øll, og ikki minst eisini allar aðrar sekunderar vinnur. Men nú er líkt til at samgongan er við at forkoma fiskivinnuni sum harvið kemur at taka beinini undan Klaksvíkini.
Hetta fer at kosta Klaksvíkar kommunu dýrt, og tí er tað neyðugt at kommunan er vakin og skapar karmar til nýggjar inntøkumøguleikar. Tá ið framtíðin í fiskivinnuni er so óviss, er av alstórum týdningi at kommunan fær fleiri bein at standa á. Tað er nú at tað er týdningarmikið at tað eru fólk í Klaksvíkar býrað ið skilja at eitt trygt inntøku grundarlag er fyritreytin fyri at borgarin hevur tað gott í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna má í komandi valskeiðið leggja nógv størri dent á, at skapa góðar karmar rundan um vinnuna fyri at betra um ótryggleikan sum valdar.
Norðhavnin:
Nógv tos hevur verið um at útbyggja Norðhavnina, men uttan ítøkiligt úrslit. Um Klaksvíkar kommuna ynskir at bjóða seg fram og kappast við aðrar havnir so er neyðugt at Norðhavnin verður útbygt beinanvegin. Tórshavnar havn, Runavíkar havn, og Fuglafjarðar havn byggja allar út í løtuni, og tá Eysturoyartunnilin er komin, er vansin fyri at Klaksvíkin endar sum ein útjaðari um Norðhavnin ikki verður bygt út nú. Stórt fokus hevur verið á, at sjóferðslan um Føroyar alsamt kemur at vaksa komandi árini, og tí er neyðugt at kommunan skapar karmar, soleiðis at fleiri skip koma til Klaksvíkar, sum víðari kastar av sær til aðrar vinnur.
Ferðavinnan:
Ferðavinnan í Føroyum er í vøkstri. Ferðaráðið er tó komið til ta niðurstøðu at man er ikki nær málinum har ið ynskiligt er at verða. Pláss er fyri nógv fleiri ferðafólkið í Føroyum, alt árið runt. Ferðavinnan skapar nógv størv av sær, serliga í tænastuvinnuni, og tískil eigur Klaksvíkar kommuna í nógv størri mun at skapa góðar karmar, ið kann stimbra hesa vinnu.
Hetta eru bert tvær av fleiri inntøkukeldum eg haldi at Klaksvíkar kommuna eigur at seta nógv størri fokus á fyri at skapa eitt tryggari inntøkugrundarlag nú alt kennist ótrygt.
Oddmar á Lakjuni – Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin 8. November 2016




