Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vantandi fráboðanarfreistin kostar løntakarum pengar

Vinnuhúsið

Hóast einki verkfall hevur verið seinastu átta árini, hevur framleiðslan í fleiri umførum ligið still orsakað av vantandi fráboðanarfreist. Hetta kostar bæði arbeiðsgevarum og løntakarum pengar – og tað hevur eingin áhuga í. Tí er fráboðanarfreistin í nýggju semingslógin ein skilagóð broyting, ið líkist nógv donsku lógini.

Hóast einki verkfall hevur verið seinastu átta árini, hevur framleiðslan í fleiri umførum ligið still orsakað av vantandi fráboðanarfreist. Hetta kostar bæði arbeiðsgevarum og løntakarum pengar – og tað hevur eingin áhuga í. Tí er fráboðanarfreistin í nýggju semingslógin ein skilagóð broyting, ið líkist nógv donsku lógini.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað, sum almenningurin higartil hevur fingið at vita um nýggju semingslógina, í stóran mun hevur verið støðan hjá einstøkum fakfeløgum. Almenna orðaskiftið hevur tí verið heldur einsháttað.

Tí veruleikin er, at vantandi fráboðanarfreistin kostar báðum pørtum, tá ið samráðingar eru. Orsakað av vantandi fráboðanarfreistini taka fleiri arbeiðsgevarar fyrivarni fyri møguligum verkfalli og steðga virkseminum nakrar dagar áðrenn, eitt møguligt verkfall kann lýsast. Hetta ger, at fólk ikki sleppa til arbeiðis, hóast nógv er at gera.

Manglandi fráboðanarfreistin í Føroyum kostar løntakarunum minst 2 milliónir kr um dagin (sí nærri útgreining ítíðindaskrivi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 18. mars 2013)

Fakfeløgini hava eisini lyndi til at siga, at nýggja semingslógin ger seg inn á fría samráðingarrættin, og at “vápnið” hjá fakfeløgunum – verkfallið – verður skert.

Hetta er langt frá allur sannleikin. Latið okkum samanbera donsku semingslógina við føroyska uppskotið til semingslóg.

Danska semingslógin hevur víðfevndan samanteingingarrætt, sum táverandi javnaðarstjórnin samtykti longu í 1934 – føroyska uppskotið hevur sera avmarkaðan samanteingingarrætt.

Danska semingslógin hevur ásetingar um uratkvøðu – hendan er ikki við í føroyska uppskotinum, hóast hon er við í galdandi semingslóg.

Danski semingsmaðurin kann útseta verkfall í 2 vikur tvær ferðir – føroyski semingsmaðurin í 1 viku eina ferð.

Danska semingslógin fekk fráboðanarskyldu á 2 dagar inn í 1958, hon er nú 5 dagar – føroyska uppskotið leggur upp til 2 dagar. Eisini í 1958 var tað ein javnaðarstjórn, sum fekk fráboðanarskylduna inn.

Danski semingsstovnurin er fult fíggjaður av tí almenna – føroyska uppskotið leggur upp til, at eisini partarnir á arbeiðsmarknaðinum rinda ein part.

Uppskotið til nýggja føroyska semingslóg er sostatt als ikki so víðgongt, sum fakfeløgini vilja gera tað til. Tað er ein dagføring av tí 85 ára gomlu semingslógini, sum vit hava í dag, og sum tíðin langt síðan er farin frá.

Fakfeløgini síggja trøll á alljósum degi – hetta er ein sera lagalig semingslóg. Verkfalsvápnið er óskert og somuleiðis samráðingarrætturin.